top of page
Leiga høli
Slepp undan øllum hóvastáki og halt veitsluna á Bowl. Gestirnir kunnu m.a bowla og njóta aktivitetsrúmið, og vit borðreiða til høvið. Matskráin er gjørd til í minsta lagi 10 fólk, har øll velja somu matskrá. Um tit hava serlig ynskir til vegetarar, ovurviðkvæmingar, diabetikarar ella líknandi, letur tað seg eisini gera.
Hølið kann eisini nýtast til starvsfólkahugna, føðingardagar, polterabend, fermingarveitslu, barnadóp og jólafrokost. Ja, júst hvat tit hava tørv á.
Um tit hava spurningar ella ynskja at bíleggja, setið tykkum í samband við okkum á bowl@bowl.fo ella tlf 358181.
bottom of page